Monday, August 25, 2008

Íslendska troyggjan er liðug

So bleiv tann íslendska troyggjan eisini liðug, men eisini hon bleiv ov stór hjá mær, so hana hevur maðurin eisini arvað. Hann klæðir hana sera væl, so tað var heppið.
Men her er ein mynd.



Garn: Álafoss Lopi frá Ístex (kann keypast í Stikkuni)
Uppskrift: Ístex.is
Broytingar: Rondina gjørdi eg um til 2 r og 2 vr. Harafturat setti eg knappar í ístaðin fyri lynlás.
Gó' ella No Gó': Gó', men næstu ferð skal hon vera minni :-)

1 comment:

Frida said...

Super lekkur troyggja. Mær dámar eisini væl at binda við íslenskum :)