Monday, August 25, 2008

Íslendska troyggjan er liðug

So bleiv tann íslendska troyggjan eisini liðug, men eisini hon bleiv ov stór hjá mær, so hana hevur maðurin eisini arvað. Hann klæðir hana sera væl, so tað var heppið.
Men her er ein mynd.



Garn: Álafoss Lopi frá Ístex (kann keypast í Stikkuni)
Uppskrift: Ístex.is
Broytingar: Rondina gjørdi eg um til 2 r og 2 vr. Harafturat setti eg knappar í ístaðin fyri lynlás.
Gó' ella No Gó': Gó', men næstu ferð skal hon vera minni :-)

Húgvur

Eg fór í gongd við at binda eina húgvu til ein 4 ára gamlan drong, men tá eg var liðug var hon alt ov stór, so hana fekk maðurin hjá mær.
Eg byrjaði upp á eina nýggja og rættaði stokkastødd o.a. til, so tá gekk betur.

Garn: Tann minna er 2 tr. tógv frá Snælduni og tann størra er bundin við dupultum 2 tr. tógvi frá Snælduni.
Uppskrift: Frá Hotte Huer til Børn eftir Lene Holme Samsøe
Gó' ella No gó': Gó'

Wednesday, August 20, 2008

Troyggja til veturin

Veturin í Føroyum krevur góðar troyggjur, og nú er tann fyrsta í hús.


Garn: Lett Lopi frá Ístex (kann keypast í Stikkuni)
Uppskrift: Design hjá Katrin Haraldsen í Stikkuni
Broytingar: Troyggjan í uppskriftini var opin, men eg bant hana heila. Eygatalið var eisini gjørt um so tað passaði til mynstrið. Bindifastleikin passaði als ikki hjá mær, so eg mátti frá stokkum 6 upp á stokk 8.
Gó' ella No Gó': Sera Gó'..... eg fari eisini at binda mær eina opna.

Føðingardagsgáva

Í summarferiuni í Danmark bant eg eina føðingardagsgávu til dóttir eina vinkonu. Tað er ein undirtroyggja ella vestur um man vil.

Garn: Sisu frá Sandnes garn
Uppskrift: Kæk og klassisk børnestrik eftir Lene Holme Samsøe
Broytingar: Eingin
Gó' ella No Gó': Absolut og definitivt GÓ'

Heitar fussir

Fyri fyrstu ferð í nógv ár, ja síðan barnaskúlan kastaði eg uppá stokkar til skóleistar. Eg bleiv eitt sindur bitin av tí, og tað bleiv til 2 pør.
Eg fann eina uppskrift á netinum, sum eg kundu halda meg til.


Garn: Navia hosutógv og ein rest av mohair
Stokkar: 3½ og heklunál á 2½
Uppskrift: Á Marknodesign fann eg eina uppskrift
Broytingar: Tað eina parið bant eg í rættbinding. Kantin heklaði eg ístaðin fyri at binda - eina rundu við fastmaskum og síðan eina rundu við krebsemaskum.
Gó' ella No Gó': Gó' - deiliga skjótt at binda, og teir passa fínt.

Tuesday, August 19, 2008

Summarfrítíðin av

Ja so er ferian liðug og eg herji á at arbeiða aftur. Í summarfrítíðini hava vit verið í Danmark.....uttan internet, so tí er einki skrivað her í langa tíð.

Men eg havi bundið rættiliga nógv, meðan eg havi havt frí.....skóleistar, húgvur, eina babyundirtroyggju o.s.fr. Eg havi tó ikki tikið myndir av øllum, men tað kemur seinni.

Eg eri eisini blivin liðug við troyggjuna við tí føroyska mynstrinum, men myndin er ikki tikin enn.

Eitt, sum eg havi tikið mynd av, eru allar djevlahúgvurnar (finnur onkur ikki skjótt uppá eitt fittari heiti), sum eg havi bundið fyri fleiri mánaðum síðani, men sum nú eru vaskaðar og pressaðar. Nú eru tær klárar at geva til fitt lítil børn.

Garn: Baby og hosegarn frá Løve
Uppskrift: Stribet djævlehue í Hendes Verden
Broytingar: Ongar uttan tann at ein feilur er í uppskriftini. Á 8. síðstu reglu skal standa * ístaðin fyri 8.
Gó' ella No Gó': Absolut Gó'. Húgvan er løtt og skjót at binda.

Thursday, July 17, 2008

So eri eg á gongd

Ja, hvør hevði trúð, at eg skuldi fara at 'blogga'. Tað hevði eg ikki trúð um meg sjálva fyri bara 1 mánaða síðan, tí tá skilti eg einki av hesi dilluni.
Men ikki veit eg.....nú fekk eg hug at skriva um og vísa tykkum tað, sum eg bindi, broderi og kanska eisini seymi.
So fáa vit at síggja hvussu flittig eg verði, og kanska er hetta eisini ein motivatiónsfaktor :)